Til mannfólkabúnan
Tað kann vera bæði ymiskt og trupult at hava greiðu á hvussu nógvir knappar skulu til hvørt plaggið á føroyska tjóðarbúnanum, men her hava vit gjørt eitt yvirlit, sum vónandi gevur eina betri greiðu á tí. 17 Vestaknappar: 7 til vestin og 10 til buksurnar niðast við. Hevur tú knæspenni, skulu bara 6 vestaknappar í buksurnar - tvs. 13 vestaknappar tilsamans. 24 troyggjuknappar til troyggjuna. Ynskir tú tó 4 silvurknappar ovast í buksunum, har seðlin verður fastspentur, verða troyggjuknappar nýttir til hetta – og so eru 28 troyggjuknappar tilsamans. Mong brúka tó ístaðin 4 svartar plastikknappar heldur enn troyggjuknappar. 1 kvarðaknapp til ovast á buksunum. 1 stimaknapp ovast í troyggjuna, sum heldur troyggjuni saman. |