Um okkum
SilvurHolm er ein familjufyritøka, ið varð sett á stovn í 2020. Í mong ár hevur verið savnað saman alt silvur, ið hoyrir til búnan, og við hesum gerst ein vælvitandi um, at hetta er ein stór íløga, og at tað eru fáir veitarar kring landið.
Við nógvum ára royndum hava vit upplivað, at tænasta og góðska ikki kunnu samanberast við prísin, og tí hava vit nú ynskt at vera við á marknaðinum, soleiðis at enn fleiri føroyingar kunnu hava rætt til hesa íløgu, ið varir alt lívið.
Málið hjá SilvurHolm er fyrst og fremst at veita hágóðsku silvur til føroyska búnan, uttan at tað skal vera alt ov kostnaðarmikið.
Afturat hesum stremba vit eftir at veita kundanum ta bestu kundatænastuna, har kundin ikki skal bíða leingi eftir sínari vøru, og at kundin altíð kann venda sær til okkara, har vit svara innan fáar tímar.
SilvurHolm er ein nethandil, og tú kanst tískil altíð ogna tær vørur – óansæð hvar í landinum tú ert, ella nær á degnum tú bíleggur. Vit hava altíð opið, og vit eru altíð tilreiðar at veita tær skjóta og góða tænastu.
Alt silvuri er 925s, sum eisini sæst á baksíðuni á hvørjum luti.